Í 2012 var Klæmint Matras koyrdur fastur, og trongdi til at fáa ein steðg, sum spælari tí fremstu, føroysku fótbóltsdeildini.
Hann viðgongur tó, at hann hevur havt tað ringt við at sita uttanfyri vøllin, og síggja sítt gamla lið stríðast uttan hansara hjálp á vøllinum. Hann fegnast tí um, at hugurin til at spæla fótbólt á hægsta stigi er komin afturíaftur. Baklandið bakkar hann eisini upp, og tað fegnast hann um.
Klæmint trappar tó spakuliga upp í samráði við høvuðsvenjaran, Sámal Erik Hentze. Tí kroppurin skal líka venja seg við at byrja aftur, aftaná næstan tvey ára fráveru frá toppfótbólti.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu, sum var við Klæmint Matras í seinnapartssendingini hjá Rás2.










