Trappan í Vágsbotni tikin í brúk

Stúgvandi fult av fólki í Vágsbotni í Havn, tá ið trappan alment var tikin í brúk

Skal metast eftir hvussu nógv fólk fyrrapartin vóru í Vágsbotni, so eru tað nógv sum hava bíðað eftir at hon alment skuldi verða tikin í nýtslu.

 

Tórshavnar kommuna, sum eisini í ár fyllir 150 ár, hevði sett øll segl til og bjóðaði ókeypis morgunmat áðrenn farið var undir almennu tiltøkini í sambandi við trappuna.

 

Sangur, tónleikur og undirhald settu dám á løtuna. Klovnurin Bubu, Tórshavnar Manskór, Punjab og Ævintýrferðin fingu bæði børn og vaksin at hugna sær løtuna kring trappuna.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevði høvuðsrøðuna og greiddi frá, hví trappan var gjørd og takkaði arbeiðstakarum, arkitektum og øðrum fyri arbeiðið, sumer gjørt. Tað er Føroya Grótvirki í Skopun, sum hevur gjørt grótið til trappuna.

 

Andrias Berg hevur staðið fyri høvuðsarbeiðnum, nú trappan var gjørd.

 

Sí annars myndarøð frá hátiðarhaldinum her á síðuni.

 

Tróndur Sikgurðsson, formaður í byggi og býarskipanarnevndini hjá kommununi, segði, at hetta í veruleikanum er fyrsta stig av miðbýarætlanini, sum nú er framt. Kommunan hevur ætlanir uma t gera meira við miðbýin, segði hann og vísti til Tórsgøtu, har vegurin er málaður fyri at vísa pulsin í sjálvari mentunnargøtuni í Havn.

 

Hilmar Jan Hansen stóð á odda og skipaði fyri tí, sum fór fram á trappuni.

 

Seinnapartin í ddag verður eitt hátíðarhald afturat. Tá verður nýggja brúgvin um Sandá tikin alment í brúk.