Tað gongur væl at koma á mál við byggingini av langhylinum í Vági, Pálshøll.
Javnan frættist, at dagamunur sæst, so hvørt sum tað nú er komið so langt, at øll stórarbeiði at kalla eru liðug, og at tað nú, tá klárt er at fylla vatn í hylin, bert eru smærri arbeði eftir at gera.
Mánadagin 23. februar var Bødvar Hjartvarsson úr Dali við fylgi og setti upp trappuna í inngongdini í langhylinum.
Trappan, sum er umleið 150 cm. breið, tekur seg væl út, skrivar svimjihollin.com, har fleiri myndir eisini eru at síggja.