Trappan dryppar av sær

- Vit hava gjørt trapputrin fyri privatfólk, sum ynskja sær trappu úr basalti, og vit hava eisini fingið onkra kommunala uppgávu aftrat.

Snøgga uppihaldstrappan í Vágsbotni, sum Føroya Grótvirki í Skopun hevur sagað og høgt til úr føroyskum basalti, hevur verið nógv vitjað, síðan hon varð alment tikin í nýtslu.

 

Í góðveðrinum í summar var nógv fólk at síggja á trappuni, og her hevur onkra løtu eisini verið sangur og tónleikur at hoyra. Nú heystið er komið, síggjast framvegis fólk á trappuni, tá løtur eru.

 

Uppihaldstrappan er eitt av størstu bygningsverkum úr føroyskum basalti nakrantíð. Her eru 400 tons av liðugt tilevnaðum gróti brúkt, og skorið og tilevnað er burtur úr umleið 900 tonsum av ráum basalti.

 

Umleið 1.000 steinar eru í trappuni. Allir eru skornir og tilevnaðir eftir tekningum, og eingin steinur er heilt eins. Størsti einstaki steinurin í sjálvari trappuni vigar umleið 3.500 kilo.

 

Brøðurnir, Høgni og Heini Tausen, sum eiga og reka Føroya Grótvirki í Skopun, siga, at tað, at teir hava leverað basalt til uppihaldstrappuna, hevur gjørt, at teir hava fingið fleiri uppgávur.

 

- Vit hava gjørt nógv trapputrin fyri privatfólk, sum ynskja sær trappu úr basalti, og vit hava eisini fingið onkrar kommunalar uppgávur, síðan vit gjørdu uppihaldstrappuna í Vágsbotni.

 

Høgni og Heini Tausen ivast onga løtu í, at stóra verkætlanin við uppihaldstrappuni hevur gjørt, at nógv, sum áður ikki góvu sær far um grótvirkið í Skopun, nú vita, hvørjar uppgávur teir kunnu loysa.