Írski landsliðsvenjarin, 73 ára gamli Giovanni Trapattoni, fekk av at vita á tíðindafundinum í FSF húsinum í kvøld.
Ringa gongdin hjá írska landsliðnum hevur fingið øði í írsku miðlarnar, sum ikki vóru bangnir fyri at kroysta italska venjaran upp í eitt horn.
Er hetta tín seinasti dysturin spurdi ein:
- Hetta er absolut ikki seinasti dysturin. Eg havi ginigð tvørtur um alpurnar berføttur og havi vunnið á nógvum trupulleikum, svaraði Giovanni Trapattoni avgjørdur á málinum.
Um fótbóltssambandið missur álitið á tær, fert tú so frá sjálvur, spurdi ein annar írskur tíðindamaður.
- Ongin møguleiki fyri at eg fari frá. Ongin! Eg havi ikki tosað við nakran í írska fótbóltssambandinum. Hevur nakað sagt tað við teg? So má fótbóltssambandið greiða mær frá støðuni, sigur Giovanni Trapattoni, sum fleiri ferðir má hava hjálp frá tolkinum.
Í eini roynd at verja seg móti 6-1 taptinum móti Týsklandi fríggjakvøldið vísti hann á, at hann manglar seks leikarar.
Við síðuna av honum sat Robbie Keane, sum eisini bleiv spurdur um Giovanni Trapattoni skuldi halda fram.
- Ja, sjálvandi skal hann tað. Liðið stuðlar venjaranum og vit skulu ikki gloyma, at vit bara hava tapt tveir undankappingardystir við honum sum venjara, sigur Robbie Keane.
Fólk var eisini tosað um ein skeldarí millum ein hjálparvenjara og Stephen Kelly, sum ikki er við á ferðini.
- Hygg her, síðani eg byrjaði at spæla fótbólt hevur tað verið í minsta lagið eitt skeldarí um vikuna í øllum feløgunum eg havi spælt í. Tað í LA Galaxy í farnu viku og vikuna áðrenn tað. Tað hendi eisini tá eg spældi í eitt nú Tottenham, greiður Robbie Keane frá.
Hann vardi venjaran allan vegin ígjøgnum, men tað tykist púra greitt, at fjølmiðlarnir ikki eru nøgdir við avrikin hjá Írlandi í seinastuni.
Dysturin millum Føroyar og Írland verður í annaðkvøld klokkan 19.00.