Transvaalbardagin stóran áhuga

Umframt alt tað føroyska tilfarið, so viðgera Føringatíðindi eisini uttanlandstilfar

Umframt alt tað føroyska tilfarið, so viðgera Føringatíðindi eisini uttanlandstilfar. Tað, sum um hetta mundið hevur serligan áhuga er Boarakríggið í Suðurafrika.

4. januar í 1899 skrivar blaðið:

»Sum áður er greitt frá herjaði 28. nov. ein eingilskur herførari ? Methuen er hann nevndur ?, við sínum liði á Boarnar, sum royndu at forða honum at sleppa norð um ánna, ið nevnist Modder River. Bardagin vardi allan dagin við miklum mannafalli. Eingilsk bløð siga, at Boarnir har høvdu 11.000 menn ? týsk bløð siga, at teir vóru ikki meir enn 3.000, og at Eingilskmenn har mistu meir enn 1.000 ?. Hendan dagin líka sum dagarnar frammanundan, 25. - 27., sigir Methuen seg hava haft góða framgongd, tó at mannafallið var stórt.«