Transocean: BP dylur sannleikan

Bretska oljufelagið BP verður nú lagt undir at halda aftur týðandi upplýsingum um ta veruligu orsøkina til vanlukkuna í Meksikoflógvanum. Felagið Transocean, sum átti boripallin, ið sprongdist og sakk, sigur, at BP hevur noktað at lata teimum avgerandi upplýsingar um, hví pallurin sprongdist.

Transocean hevur fingið ikki færri enn 249 endurgjaldskrøv eftir ta stóru dálkingina, og tí ætlar felagið at fáa staðfest, hvør orsøkin til vanlukkuna var. Men sambært felagnum er tað ikki lætt, tí BP heldur aftur upplýsingum fyri at forða fyri, at onnur skulu kanna málið.

BP vísir skuldsetingini aftur.