Transnistria: Vilja hava fleiri russar til Moldova

Myndugleikarnir í Transnistria í Moldova halda, at talið av hermonnum í landslutinum, sum í dag er 1500, kann veksast upp í 3100.

Myndugleikarnir í landslitinum, Transnistria í Moldova, sum hava lýst landslutin sum sjálvstøðugan, heita nú á Russland um at senda meira herfólk til økið.

 

Tað sigur eitt umboð fyri myndugleikarnar í Transnistria við statsriknu russisku tíðindastovuna, RIA.

 

- So leingi, sum Russland hevur friðarvarðveitandi virksemi í landslutinum, verður Moldova hildið aftur í at leggja ætlanir móti Transnistria.

 

Russland hevur sambært RIA 402 hermenn í Transnistria. Haraftrat eru 492 hermenn úr Transnistria, og 355 hermenn eru úr Moldova annars.

 

Myndugleikarnir í Transnistria halda, at talið av hermonnum í landslutinum í Moldova, sum í dag er 1500, kann veksast upp í 3100.

 

##med2##

 

Á kortinum sæst, hvar Transnistria liggur móti ukrainska markinum.