Transcend fær 9 av 10 stjørnum

Týskur tungmálmsummælari heldur nýggjastu Makrel fløguna vera heilt serliga, og sigur m.a.. at øll løgini eru framúskarandi.


Týska Tungmálmsblaðið Oblivion ummælir nýggjastu Makrel fløguna Transcend í nýggjastu útgávuni, og ummælið er framúr jaligt. Fløgan fær ikki færri enn 9 av 10 stjørnum, og verður skírd eitt hæddarpunkt í fløgusavninum hjá ummælaranum.
Bæði tónleikur, spæl, framleiðsla og fløguhúsin verða róst. Tónleikurin er undufullur og vakur gittardomineraður tónleikur, ið er heilt serligur, sigur ummælarin. Hann sigur, at bólkurin hevur flutt seg síðan Wonderland, soleiðis at tey ógvisligu kenslu útbrotini og tann harði tónin eru burtur, tó uttan, at bólkurin hevur mist alt hitt, ið eyðkennir Markel.
Gittarspæli hjá gávuríka Rasmusi Rasmussen verður tikið fram sum fullkomiliga egið og uttan samanbering. Hetta meditativa og bleyta ljóð hevur ummælarin ongantíð hoyrt hjá nøkrum øðrum gittarleikarum. Hann heldur tað ikki vera løgið, at Rasmus er valdur til besta gittaleikari bæði í íslenskari tónleikakapping og á AME.
Ummælarin dregur lagið Cure fram, tó ikki tí, at tað er betri enn hini løgini, men heldur tí tað er glaðari. Hann tekur nevniliga ikki dagar ímillum ymisku løgini, ið hann metir øll vera framúrskarandi. Tó heldur hann kanska tey trý-fýra síðstu løgini á fløguni: Hvíld, Marshmallows, Beelzebub og Transcending møguliga standa eitt sindur veikari enn restin. Men samanumtikið sigur ummælarin, at her er talan um heitan, melodiskan gittartónleik.
Framleiðslan, ið av føroyskum ummælarum hevur fingið hørð orð við á vegnum, er sambært týska ummælaranum fyrsta floks.