Í kvøld verður eitt brak av einari konsert í Norðurlandahúsinum. Talan er um Trance-Atlantisku konsertina sum við tveimum íslendskum og tveimum tveimum føroyskum bólkum, sum verður hildin í stóra salinum í Norðurlandahúsinum í samband við 30 ára føðingardagin hjá Norðurlandahúsinum, sum var mikudagin. Hartil verður eitt stórt og flott ljóð og ljósshow sett upp í høllini. Ljósmaður er Egil B. Hansen, sum dagliga starvast sum ljósmaður í Danmark, og á ljóðpultinum verður íslendski Hallur Jónsson, sum hevur nógvar royndir innan henda tónleikastílin.
Nógvir tónleikarar eru komnir úr Íslandi, og í Føroyum hevur nýggi bólkurin BYRTA arbeitt við at fyrireika teirra fyrstu almennu konsert. Úr Danmark er føroyski Brynjolfur á Heygum, sum verður mettur sum eitt tað mest lovandi navnið í Danmark inna DJ.
Konsertin byrjar klokkan 20.30 og endar midnátt. Bólkarnir sum spæla eru BYRTA (FO), Sísý Ey (IS), Úlfur Úlfur (IS) og Brynjolfur (FO. Eingi sitipláss verða í salinum, so rúm er fyri rørslu.
?
?
?
?
?
?










