Tað var rættiliga hált nógvastaðni í landinum í gjár og tað hevur ofta óhapp við sær. Í brekkuni niðan frá Oyrargjógv fór ein trailari á glið so at hann kom at standa tvørturum á vegnum. Vanliga ferðslan slapp framvið, men hjá bussinum hjá Bygdaleiðum var einki at gera. Har var ov smælt og tí mátti hann bíða til trailarin var fingin á rættkjøl aftur