Kollafjørður: Ein trailari við 13 tonsum av myrusýru koppaði á bryggjuni í Kollafirði í mánamorgunin. Talan var um trailara hjá Hera Thomsen, sum var komin við myrusýru og øðrum fóðuri til MBM fóður.
Tá Sosialurin kom framvið tíðliga seinnapartin í gjár vóru brandmenninir í holt við at rudda uppaftur.
? Stuðulsbeinini við síðuna av vogninum vóru ikki komin út, og tí brast kontainarin niður í keiina, greiðir Theodor Petersen, leiðari á MBM fóður frá.
? Sjálvur trailarin koppaðu, og eg haldi eisini, at hann bognaði, og hann varð sleipaður burtur fyrr í dag.
Kontainarin, sum setast skuldi niður á jørðina, innihelt 13,2 tons av meyrusýru. Henda sýran, ið er sera eitrandi og etsandi, verður brúkt millum annað til sóttreinsan av ILA-raktum laksi og til súrhoyggj.
? Sum vit vita um higartil, so er bert hol komið á tann eina tangan av teimum 11, sum vóru í kontainaranum. Tað vil siga, at 1,5 ? 2,0 tons av myrusýru eru farin fyri skjeytið, sigur Theodor Petersen.
Eisini fóður var í kontainaranum, og fer meginparturin av tí burtur. Talan er um eini 5 ? 6 tons av seyðafóðri, bygg og øðrum.
Fyrrapartin í gjár var framvegis ruddað upp, men óvist er, hvussu nógv at sýruni er likið á sjógv.
? Vit hava spulað við vatni, og so hava vit eisini eitt evni sjálvir her, sum neutraliserar sýruna, og tað hava vit roynt at brúkt. Men vit hava hugt á sjógv, og tað vísir seg, at fiskar svimja framvegis í sjónum stutt frá landi.
Theodor Petersen dugir enn ikki at siga, hvussu nógv veruliga er farið fyri skjeytið, men hann roknar í øllum førum við at tað, ið oyðilagt er, hevði eitt virðið upp á eini 100.000 krónur.
? Men tað er týdningarmikið at fáa við, at vit hava onki endaligt úrslit av skaðanum enn, sigur Theodor Petersen at enda.