Trailari blástur av vegnum

Stutt fyri klokkan níggju í morgun var ein trailari blástur av vegnum við brúnna um Streymin

Við Streymin: Trailarin var á veg suðureftir. Hann var júst komin tvørtur um brúnna, tá ein hvirla brádliga tók stóra bilin og koppaði hann niðan av vegnum.
Førarin var einsamallur í bilinum, og hevði ikki fingið nakran sjónligan skaða. Kortini fór hann við sjúkrabilinum á landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Nógvur vindur var í Sundalagnum í fríggjamorgunin, og av og á vóru hvirlurnar harðar. Og tað var ein av hesum hørðu hvirlum, sum tók í stóra trailaran og blásti hann av vegnum.
Stóri bilurin kom at liggja soleiðis, at hann lá hálvur út av vegnum, og hálvur tvørtur fyri vegin norður til Víkar.