Trailarahjól á ferð

Bilurin gjørdist vrak, men førarin slapp snikkaleysur, tá eitt trailarahjól leyp av aksli sínum hósmorgunin

ferðsluóhapp

Tað kundi verið heilt galin endi, tá ein trailari hósmorgunin kom koyrandi suðureftir vegnum millum Fjarða.
Tá stóri bilurin í hevði tríggjar akslar á settivogninum skuldi fara um svingið við Fjarðará, loysnaðu tvey av hjólunum vinstrumegin fremsta aksilin, og hildu hesi síðani sína egnu leið.
Ein persónbilur kom um sama mundið koyrandi norður eftir vegnum, og við fullari ferð rendu vilstu hjólini frontalt á bilin.
- Tíbetur nýtti førarin trygdarbelti, og tí hendi eingin persónsskaði, men talan kundi lættliga verið um álvarsligan skaða, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.

Eingin staðfesting
Tað bar ikki til hjá vakthavandi at staðfesta nágreinuliga, hvør orsøkin var til óhappið. Ikki annað enn, at hjólini vóru loysnað.
- Hvør orsøkin til hetta er, vita vit ikki, og tað fáa vit ikki staðfest. Sjálvandi má tað ikki henda, at eitt hjól soleiðis loysnar, men tá hendingin er hend, so hava vit ongan møguleika at kanna, hvørt hetta var vegna vantandi eftirlit, ella um talan var um eitt brek av onkrum slag.
Sambært ferðslulógini, so kann í øllum førum staðfestast, at tað er førarin, sum hevur ábyrgdina av, at akfarið er í lagi. Tí er tað sjálvandi eisini uppgávan hjá hesum at ansa eftir, at hjólini eru forsvarliga spent fast.