Træ koppað í vindinum í nátt

Eitt træ í plantasjuni koppaði

Tað var aftur nógvur vindur í allan gjár, og tað merktist um alt landið. Nógvi vindurin hevði við sær, at onkrir smærri skaðar vóru, sum vit skilja á lagnum.

 

Í høvuðsstaðnum gjørdi óveðrið eisini um seg, og tað hevði millum annað við sær, at eitt træ koppaði mitt í plantasjuni í Havn.

 

Tað er Skógrøkt hjá Umhvørvisstovuni, ið varar av plantasjuni, og tey hava verið og hugt eftir koppaða trænum í plantasjuni.

 

Træið liggur nú, sum sæst á myndini omanfyri. Tey í Skógrøkt siga, at har var eingin vandi á ferð, og at arbeitt verður við hesum.