Klaksvíkar Hornorkestur, sum á hvørjum ári skipar fyri jólakonsertini í Christianskirkjuni, hevði í ár valt at ganga nýggjar leiðir. Í staðin fyri vanliga kórsangin, var í ár vísusangur á skránni, og nógv av kendu hornløgunum vórðu latin í nýggjan ham.
Horntónleikur setti dám á
Sum vant, høvdu fleiri hundrað fólk leitað sær á jólakonsertina í Cristianskirkjuni sunnukvøldið. Konsertin hevur í mong ár verið fasti tátturin, sum fyri klaksvíkingar boðar frá, at nú eru bert fáir dagar eftir til jóla. Og aftur í ár var tað horntónleikur, sum setti sín serliga dám á konsertina. Klaksvíkar Hornorkestur var sum altíð sera professionelt at lýða á, men ungdómsorkestrið smæðist ikki burtur. Tað var hugtakandi at hoyra, hvussu gott tak hesir rættiliga ungu tónleikarar høvdu á siðbundnum jólaløgum, sum tey ikki ræddust at royna í nýggjum hami.
Nýtt og gamalt
Sum nakað heilt nýtt hevði Hornorkestrið fingið vísusangaran Stanley Samuelsen við á jólakonsertina. Við sínum vakra sangi og gittarspæli hugtók Stanley áhoyrarnar við egnum sangum umframt eldri føroyskum yrkingum, hann sjálvur hevði sett løg til. Og sum altíð tóktist tíðin at steðga á, tá Stanley sang vakra lagið Um eg kundi kvøðið.
Sum frá leið gjørdist Arnfríð Lutzen partur av framførsluni hjá Stanley, tá tey bæði saman sungu Eg rósu upp sá næla. Síðani helt Arnfríð fram einsamøll saman við Hornorkestrinum og nøkrum sera forvitnisligum útsetingunm av gomlum jólaløgum.
Við hesum væleydnaðu ótraditionellu innsløgunum á jólakonsertini hóskaði tað samstundus sera væl at enda konsertina á siðbundna mátan, tá øll í felag sungu og spældu Gleðilig Jól, júst sum á hvørjum ári.