Her eru traðir raktar av fuglakrími

Heitt verður á allar traðareigarar í Havnardali, ið hava heimafugl í avmerktu sonuni, um at hava eitt serliga vakið eyga við fuglinum, um at geva boð beinanvegin um deyðan fugl og ikki at flyta fugl úr sonuni.

Djórahaldið, ið er rakt av fuglakrími, er í Havnadali, og bæði høsn og gæs eru í djórahaldinum. Av tí at fuglakrím er ein so álvarslig sjúka hjá fugli, og at ein ávísur, men tíbetur sera lítil vandi er fyri, at fólk eisini kunnu smittast, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan tikið avgerð um, at allir fuglarnir í rakta djórahaldinum verða avlívaðir og burturbeindir, og økið skal liggja “tómt” í eitt tíðarskeið.

 

Ein sona er gjørd runt rakta djórahaldið, har serlig atlit skulu takast í djórahaldum við heimafugli.

Um tú finnur sjúkan ella deyðan fugl, kann tú boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá á hfs@hfs.fo ella á tlf. 556400. 

Vegna vanligan smittuvanda verður heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Ein góður vani er altíð at vaska hendurnar eftir samband við djór.

 

Heitt verður eisini á fólk um at siga Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, um illgruni er um fuglakrím í privatum djórahaldum, serliga um fleiri fuglar eru ávirkaðir. Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum.

 

##med2##

 

Um so er, at deyður fuglur verður funnin tætt við hús og havar, og Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki metir at tað er neyðugt at kanna fuglin nærri, kann fuglurin burturbeinast við vanliga húsarhaldsburturkastinum. Tó er týdningarmikið, at halda gott reinføri, um fuglurin skal takast upp:

 

  • Ver í handskum
  • Best er at taka fuglin upp við einum posa á ranguni, og smoyggja posan útyvir fuglin
  • Bind knút á posan, og koyr hann í skrell
  • Vaska tær væl um hendurnar
  • Vaska klæðir og útgerð, ið hevur nortið við fuglin

 

 

 

Heitt verður á allar traðareigarar í Havnardali, ið hava heimafugl í avmerktu sonuni, um at hava eitt serliga vakið eyga við fuglinum, um at geva boð beinanvegin um deyðan fugl og ikki at flyta fugl úr sonuni, skrivar Tórshavnar kommuna