Í ár eru 75 ár liðin síðan Citroën kom á marknaðin við Citroën Traction Avant, sum var ein sonn kolvelting í 1930-unum. Traction Avant var framman fyri sína tíð og hevði smart aerodynamiskt design og óvanliga góðar og tryggar koyrieginleikar.
Bilurin setti heilt nýggjar normar fyri bæði bilkonstruktión og koyring.
Traction Avant var leingi á marknaðinum, í samfull 23 ár, frá 1934 til 1957. Í sambandi við at Traction Avant fyllir 75 ár, var skipað fyri eini stórari altjóða framsýning í býnum Arras i Norðurfraklandi í summar, har yvir 1000 Traction Avant vóru sýndir fram.
Danski felagsskapurin Traction Avant Danmark skipaði eisini fyri eini framsýning í Helsingør frá 14. til 16. august.
Traction Avant eru kendir frá nógvum fronskum filmum, serliga gangstarafilmum.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum










