Eftir ætlan kemur Trabant, sum var ímyndin av fyrrverandi Eysturtýsklandi, sum elbilur. Tann gamli Trabant - bilurin sum fór í søguna saman við fyrrverandi Eysturtýsklandi, varð sýndur fram í eini heilt nýggjari modernaðari útgávu sum elbilur á bilaframsýningini í Frankfurt.
Tað er týska fyritøkan Herpa GmbH, sum satsar upp á at fáa íleggjarar, so framleiðslan av bilinum kann byrja í 2012. Eysturtýsku Trabant vóru gjørdir í 34 ár, frá 1957?1991, tá vóru umleið 3 milliónir Trabantar framleiddir.