Traðarbókin

Hesa vikuna verður okkara livandi kvæðamentan ríkað við eini nýggjari kvæðabók. Tað er við ?Traðarbókini?, sum kemur út í dag. Í bókini eru trý kvæði eftir Trónda á Trøð í Skálavík, sum livdi frá 1846 til 1933.

Tróndur var bóndi á Trøðni í Skálavík. Hann var eisini myndlistamaður, yrkjari, træskurðarmaður, tiltikin skipari í dansi, kirkjugangari og segðist at duga meira enn at mata seg.

Ikki færri enn trý kvæði verða her prentað fyrstu ferð. Hitt gamla kvæðið, Ílints tættir og tvey, sum Tróndur yrkti sjálvur fyrst í hesi øldini: Gunnars kvæði og Uffa ríma. Tilsamans 16 kvæði eru í bókini.

Eyðun Andreassen hevur greitt bókina til prentingar og skrivað inngang og viðmerkingar um kvæðini.

Hann skrivar m.a., at Á Trøðni blómaði í fleiri ættarlið føroysk kvæðamentan, og nógvir tiltiknir skiparar hava verið í ættini. Synir Tróndar, Jógvan og Leifur á Trøð, tóku við ættarvinum og skiftu kvæði faðirsins ímillum sín at kvøða eftir deyða hansara. Saman við bókini verður givin út dupultfløga, har teir báðir kvøða, soleiðis sum Tróndur kvað fyri teimum.

Astri Luihn hevur gjørt 30 myndir til bókina.

Bókin verður givin út á forlagnum Tungulist. Prísur fyri bók og fløgu er 390.00 kr. Fløgan fæst eisini fyri seg.

Í sambandi við hesa nýggju bókaútgávuna verður samkoma í Listaskálanum í dag kl. 16, har øll eru vælkomin.

Á hesi samkomu verður eisini framsýning av myndunum, sum eru í bókini. Hon verður opin til sunnudagin 12. desember, hvønn dag millum klokkan 14 og 17. Høvi er at keypa eintøk av myndunum.