Trívist væl mitt á

Christian Høgni Jacobsen letur væl at nýggja plássinum, sum hann fekk í Beograd. Og sjálvur heldur hann, at hetta gevur sær nakrar aðrar møguleikar sum spælari

Fótbóltur

 

Ein kanska heldur óvæntað detalja av føroyska upplegginum til landsdystin í Beograd var, at Christian Høgni Jacobsen hevði sentralan leiklut á miðvøllinum. Hóast Christian Høgni er ein fjølbroyttur spælari, so hevði hann undan hesum bert roynt sum bakkur, kant- ella álopsspælari. Men sjálvur heldur hann, at hetta avgjørt var ein positiv uppliving hjá sær.

- Tað var bæði avbjóðandi og spennandi, og haldi eisini, at tað riggaði væl. Jógvan Martin segði, at hann í Portugal saknaði eitt sindur av stuðuli til áleyparan, og tað var nokk tí, at valið fall á meg, soleiðis at eg við mínum skjótleika kundi koma longur niðan. Og tað var so tað, sum eg royndi, sigur Christian Høgni.

Og tú treivst væl á plássinum?

- Ja, tað haldi eg. Tað gevur eisini nakrar aðrar møguleikar, tá tú spælir mitt á. Á kantinum verður tú ofta læstur, soleiðis at tú bert kann fara ein vegin, meðan tú mitt fyri støðugt hevur møguleikan at velja høgru ella vinstru.

Og plássið hjá tær verður helst tað sama í morgin. Verða nøkur mál í gaggunum tá?

- Tað mugu vit vóna. Eg trúgvi so hvørja ferð uppá, at tað skal eydnast, sigur Christian Høgni Jacobsen