Hesum spurningi roynir Tórshavnar kommuna at fáa greiðu á. Tórshavnar kommuna sendi í mars mánaði 900 spurnarbløð út við 50 spurningum til framhaldsflokkarnar í kommununi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at endamálið við kanningini er at finna útav, hvussu næmingarnir í framhaldsflokkunum hava tað í kommununi.
- Vit spyrja hvat tit brúka tykkara tíð til. Roykja tit? Drekka tit øl? Arbeiða tit? Er tað lønt ella ólønt arbeiði? Íðka tit ítrótt? Eru tit í ungdómshúsum? Tað er øgiliga gott hjá kommununi at fáa at innlit í hesi tingini. Henda býráðssamgongan ætlar nevniliga at gera nakað við henda spurningin útfrá teimum svørunum, sum tit hava givið okkum, segði Heðin Mortensen, sum tók ímóti nøkrum framhaldsskúlaflokkum í Snarskivuni hósmorgunin.
Svørini verða nú viðgjørd, og síðani verður eitt álit gjørt til býráðspolitikararnar at taka støðu til.










