Trý vilja vera prestur í dómkirkjuni

Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi var úti á middegi í dag, 25. januar

Tríggir umsøkjarar eru til embætið, ið ætlandi verður sett 1. apríl, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Kirkjuráðið í Nólsoy og kirkjuráðið við Havnar kirkju fara at taka støðu til umsóknirnar og gera eina innstilling innan hálvan mars.

Tað er landsstýrismaðurin við kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin til kallið.

Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Havnar kirkja og Nólsoyar kirkja.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð, til dømis stovnar, ellis- og røktarheim og sambýli.

Fýra prestar eru knýttir at prestagjaldinum. Tveir sóknarprestar, sjúkrahúspresturin og dómprósturin.