MENTAN
Bjarni Restorff, tónasmiður og kórleiðari, hevur á egnum forlag givið út trý nótahefti. Talan er um nótarnar til yrkingarnar Regn og Orðini eftir Róa Patursson fyri blandað kór og capella. Umframt hevur hann givið út latínskan sálm. Í fororðunum skrivar Bjarni Restorff, at fyri gott og væl tveimum árum síðani heitti Oddvør Johansen, sum er organistur í Havnar Kirkju, á seg um at skriva eitt musikkstykki til kirkjuna. Fremst í huganum hjá Oddvør lá allarhelst ólavsøkan. Bjarni fór at leita í gomlum tilfari frá miðøldini, millum annað í sanginum ?LUX ILLUXIT LAETABUNDA?, sum sigst vera frá hond Ólavs Hins Heilaga. Men hesin teksturin var alt ov langur, og neumurnar høvdu ikki teir musikalsku eginleikar, sum hann leitaði eftir. Eginleikarnar fann hann hinvegin í latínska sálminum PSALMUS CXXIX, sum kann brúkast til eitthvørt høvi. PSALMUS CXXIX pro choro mixto vel choro puerorum virorumque ella sum hann eitur á føroyskum: sálmur 129 fyri blandað kór ella dreingja- og manskór.
Hesi trý nótaheftini fáast til keyps í bókabúðunum. PSALMUS CXXIX kostar 60 krónur, Orðini 50 krónur og Regn 60 krónur.










