Trívast illa í Atlantshavinum

Fraklendingar hava ikki staðið seg serliga væl, tá ið teir hava spælt landsdystir í Norðuratlantshavinum

Frakland er ikki fótbóltsligur hvønndagsgestur í Norðurhøvum, og tá ið teir hava vitjað á hægru breiddarstigunum, hevur tað ikki altíð hilnast so væl, sum tað kanska kundi roknast við, tá ið talan er um so stóra fótbóltstjóð, og tá ið mótstøðuliðini hava talst millum minstu fótbóltstjóðirnar í Europa.

Frakland hevur fýra ferðir spælt undankappingardystir í Íslandi. Tríggjar ferðir hava fraklendingar verið noyddir at fara til hús bara við einum stigi.

Tá ið Frakland spældi í Reykjavík í 1975, var úrslitið málleysur javnleikur. Tað var sjálvandi stórur fagnaður millum grannar okkara fyri vestan.

Í 1986 vitjaði Frakland aftur í Reykjavík í undankappingarørindum, og aftur ta ferðina var úrslitið málleysur javnleikur.

Stutt eftir, at Frakland í 1998 hevði vunnið HM, vóru fraklendingar í Reykjavík og spældu EM undankappingardyst. Heldur ikki ta ferðina eydnaðist teimum at vinna. Úrslitið var 1-1.

Í 1990 var Frakland í Reykjavík og spældi EM undankappingardyst. Ta ferðina eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Frakland vann 2-1.

8. september í 2004 vitjaði Frakland í Føroyum. Úrslitið á Tórsvølli var 2-0 til Frakland.