Á einum gallakvøldi í Svøríki herfyri - En kväll för Östersjölaxen - varð eitt Abu Ambassaduer tráðuspæl ella tráðuhjól, sum onkur vildi rópt tað, selt fyri heilar 150.000 svenskar krónur.
Í samband við tiltakið varð ein uppboðssøla hildin til frama fyri eystursjóvarlaks og sjósíl, og tað var her, at spælið ella tráðuhjólið varð selt.
Hepni keyparin - ja, um vit kunnu siga, at hann er heppin - kann nú í øllum førum reypa sær av, at tað bert finnast tvey slík tráðuhjól av slagnum, og hitt eigur svenski kongurin!
Uppboðssølan varð hildin til frama fyri tað, sum sviar rópa "Stiftelsen för Östersjölaxens arbejde med at bevare den vilde bestand af laks og havørreder…"
Danska heimasíðan - www.fiskeavisen.dk - veit at siga, at tvær miljónir krónur vórðu savnaðar til endamálið á gallakvøldinum, tá eisini umrødda tráðuspæl varð selt.










