Útróður fyri tey vælbjargaðu

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum hevur verið ein av heitastu talsmonnum hjá útróðrarmonnum, heldur lítið um øktu krøvini hjá Johan Dahl, landsstýrismanni. – Nú er tað teir vælbjargaðu, sum hava bestu umstøðurnar, sigur løgtingsmaðurin

ÚTRÓÐUR

Kári P. Højgaard sigur, at broytingin, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur sett í verk við, rættiliga er við til at kuppa høvdið av snelluveiðini hjá útróðrarmonnum í bólki 5 A.
Hann sigur, at áður vóru krøvini fyri at vera fullrikin útróðrarmaður í bólki 5 A, at viðkomandi ikki hevði inntøku úr aðrari vinnu oman fyri 50.000 krónur. Haraftrat var galdandi, at útróðrarmaður skuldi hava avreitt góð 80 tons – ella hava eina inntøku frá útróðri á stívliga 80.000 krónur.
- Nú hevur landsstýrismaðurin í staðin sett eitt inntøkumark fyri bólk 5 A á 400.000 krónur, meðan krøvini um aðra inntøku eru slept. Hetta kann merkja, at ein maður, sum hevur gott starv og nógva frítíð, saktans kann røkka inntøkumarkinum á 400.000 krónur og soleiðis vera fullrikin útróðrarmaður í bólki 5 A - við síðuna av sínum fasta starvi. Hetta kann ein maður, sum kanska siglir undir NIS, DIS ella FAS gera, samstundis sum ein snellumaður, sum bara hevur útróður at liva av, ikki megnar inntøkumarkið í bólki 5 A.

Veksandi veiðitrýst
Kári P. Højgaard heldur, at skipanin, soleiðis sum landsstýrismaðurin, Johan Dahl, nú hevur gjørt av, fjálgar um tey vælbjargaðu, sum kunnu hava fleiri bein at gnaga, samstundis sum hon tekur breyðið úr munninum á teimum, sum bara hava útróðurin at liva av.
- Alt bendir eisini á, at nýggja skipanini fer at veksa um veiðitrýstið, samstundis sum krøvini um inntøkumark eru herd, sigur løgtingsmaðurin.