Á almennari samkomu í Reinsarínum hóskvøldið, verða trý ung listafólk heiðrað við virðisløn úr Grunni Thorvald Poulsen av Steinum.
Talan er um trý ungfók, ið hava gjørt vart við seg hvør í sínum lagi við dygargóðari list.
Torvald Poulsen var gartnari í Havn og hevði vakstrahús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og gøtan Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann, og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði til hann doyði.
Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin fyri at stuðla ungum fólkum við listarligum evnum at nema sær útbúgving.
Limirnir í nevndini eru rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag.
Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 20 listafólk fingið gávugóðs úr grunninum.
Listafólk, ið hava fingið stuðul úr Grunninum eru:
Rannvá Konoy, listakvinna
Andrass Olsen, tónleikari
Teitur Árnason, filmsleikstjóri,
Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi
Tróndur Bogason, tónasmiður
Marjun Kjelnæs, rithøvundur
Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari
Eivør Pálsdóttir, songkvinna
Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur
Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi
Sámal Blak, myndahøggari og málari
Marianna Mørkøre, listarkvinna
Kjartan Hansen, fólkatónleikari og sjónleikari
Herborg Silja Strøm, listarkvinnu,
Dávur Juul Magnussen, tónleikari,
Anton Petersen, filmsleikstjóri
Bárður Reinert Poulsen, tónleikari
Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur
Heiðrún Petersen, tónleikari
Ólavur Eyðunsson Gaard, tónleikari