Talv
4 stig av 12 er úrtøkan higartil. Telvað verða 14 umfør.
Fyrsti dysturin endaði við lemjandi 3,5-0,5 tapi móti Moldavia, sum hevði tveir stórmeistarar og tveir altjóða meistarar á liðnum. Moldavar hættaðu sær at hvíla teirra stjørnutelvara, Viktor Bologan (2669), í dystinum móti okkum. Hans Kristian Simonsen varð maðurin sum bjargadi okkum hálva stigið.
Leygardagin vóru vit favorittar móti Palestina og vunnu eisini ein tepran 2,5-1,5 sigur. Stuttligt og hugvekjandi var at síggja, at stórmeistarin sum mannaði 1. borð hjá palestinensum, var úr Bulgaria og jødi. Ein sonn mynd um vón í kaosmeldrinum í heimlandinum Palestina.
Martin Poulsen leikti skeivt tíðliga í talvinum og varð við brestin revsaður av stórmeistaranum. Á hinum borðunum vóru vit greiðir ratingfavorittar og vit fingu eisini hálvttriðja stig av trimum. Hans Kristian leikti javnt á 2. borði, meðan John Rødgaard og Eyðun Nolsoee vunnu trygt á aftaru borðunum. Eyðun hoppaði inn fyri Olaf Berg í hesum dystinum.
Sunnudagin fingu vit eina spennandi avbjóðing, tá mótstøðuliðið var Mongolia. Á øllum borðum høvdu teir hægri rating enn vit, m.a. við tveimum stórmeistarum, men kortini hildu vit at vit kundu gera ein vørr. Tíverri blakaðu vit nakrar góðar støður vekk og taptu loksins 1-3. Martin og Hans Kristian fingu ein uppibornan frídag, sum merkti at Olaf og Carl Eli komu inn á liðið. John og Carl Eli leiktu javnt, meðan Olaf og Eyðun máttu lúta.
Málið er 50% skoru, tvs. 28 stig. Kanska tykist hetta fjart í løtuni, men skjótt kann venda. Helst hitta vit eitt av veikaru liðunum mánadagin."
Føroyar - Moldavia 0,5 - 3,5
Føroyar - Palestina 2,5 - 1,5
Føroyar - Mongolia 1,0 - 3,0
Einkultúrslitini:
Martin Poulsen0,0 av 2
Hans Kristian Simonsen1,0/2
Olaf Berg0,0/2
John Rodgaard1,5/3
Eyðun Nolsoee1,0/2
Carl Eli N. Samuelsen0,5/1










