Trý um boðið

Bólkur E:
Bert Saudi Arabia tykist verið úti úr kappingini um at koma víðari, og týski stórsigurin á Saudi Arabia kann fáa stóran týdning

HM-fótbóltur

Týski stórsigurin á Saudi Arabia í fyrsta umfarinum kann vísa seg at fáa stóran týdning fyri, hvussu endaliga støðan í bólki E verður. Ikki minst eftir at tað mikudagin eydnaðiast írum at javna í yvirtíðini móti Týsklandi, og eftir at Cameroon hósdagin vann á botnproppinum í bólkinum.
Týskarar lógu annars leingi til at vinna á írum, eftir at Miroslav Klose skeyt sítt 12. landsliðsmál í 14 dystum móti Írlandi. Írar góvust tó ongantíð. Væl stuðlaðir av trúgvu áskoðarunum hildu teir á fram at trýsta, og tá tveir minuttir vóru lidnir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat teimum 90, fingu teir so løn fyri stríðið, tá Robbie Keane javnaði.

Javnleikurin hjá Írlandi ge, at um teir megna at vinna við meira enn einum máli móti Saudi Arabia, sum longu er sligið út úr kappingini, so gerast teir nummar tvey í bólkinum.
Cameroon megnaði nevnliga ikki eins og Týskland at vinna stórsigur á veikasta liðnum í bólkinum, og eru teir tí noyddir at vinna dystin á Týsklandi, um teir sjálvir skulu gera av, hvørt teir skulu koma víðari úr bólkaspælinum ella ikki. Stórsigurin hjá Týsklandi í fyrsta dystinum merkir eftir øllum at døma, at teir verða vinnarar av bólkinum, um teir í seinasta dystinum fáa í øllum førum javnleik.

Úrslit:
Týskland-Írland 1-1 (1-0)
1-0: Miroslav Klose, 18
1-1: Robbie Keane, 90

Cameroon-Saudi Arabia 1-0 (0-0)
1-0: Samuel Eto?o, 65