Útlendingamálið
Hóast Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, nú hevur boðað frá síni endaligu støðu í málinum, so er tó langt ífrá víst, at seinasta orðið í øllum hesum er sagt.
Føroyski ítróttarheimurin tykist í øllum førum staðfesta, at hetta so undir ongum umstøðum er ein loysn, sum tey kunnu liva við, og at ítrótturin als ikki er hoyrdur í hesum málinum.
Hetta seinasta verður afturvíst av bæði landsstýrismanni og løgmanni, og sum so hava teir eisini rætt í, at ítrótturin er hoyrdur. Men atfinningarnar munnu tó eins nógv snúgva seg um, at einki av tí, sum ÍSF hevur ført fram, er tikið til eftirtektar. Og fyri ÍSF er hetta sum vera man ein munandi munur.
Eingin atgongd
Men hvørjar orsøkir hevur landsstýrismaðurin í veruleikanum til at handla soleiðis, sum hann hevur valt at gjørt.
Orsøkin skal helst fyrst og fremst finnast í restriktivi orðingini av útlendingalóggávuni, sum er danskt málsøki. Lógin sigur í veruleikanum, at tað í útgangsstøðinum als ikki er loyvt útlendingum ? tað vil í hesum føri siga borgarum uttan fyri Norðanlond ? at búseta seg í Føroyum.
Tó gevur lógin síðani møguleika fyri nøkrum undantøkum. Hesi eru, tá »væsentlige beskæftigelsmæssige hensyn« ella »væsentlige erhvervsmæssige hensyn« tala fyri, at umsóknin verður gingin á møti. Tað merkir í høvuðsheitum, at loyvi kann verða givið útlendingum at koma hendavegin, um samfelagnum sum heild tørvar arbeiðsmegi, ella um so er, at talan er um mangul upp á serkunnuga arbeiðsmegi á ávísum økjum á arbeiðsmarknaðinum. Og tá hesar lógir verða nýttar, verður loyvi bert latið fyri eitt ár í senn.
Trupulleikin er nýggjur
Sum støðan hevur verið seinnu árini, so hevur tað helst ikki verið nakar sum helst trupulleiki hjá hvørki feløgum ella landsstýrismanni at vísa á, at samfelagsliga støðan sum heild talaði fyri, at útlendingar kunnu koma til landið. Ikki bara ítróttarfólk men útlendingar sum heild, og vaksandi talið av umsóknum hesu seinnu árini talar eisini greitt fyri hesum.
Trupulleikarnir hjá landsstýrismanninum eru tí tvinnir. Ein er, at ítróttarfeløgini í sera stóran mun hava notið gott av støðuni á arbeiðsmarknaðinum seinnu árini. Ein støða, sum hevur havt við sær, at tað ikki hava verið stórvegis trupulleikar við at fáa útlendskar leikarar til landið. Gjarna leikarar úr láglønarsamfeløgunum, sum hava sæð ein fíggjarligan fyrimun í at koma til Føroya, samstundis sum hesir so hava verið við til at lyft ítróttarliga støðið í teimum feløgum, sum teir hava umboðað.
Tá tað omanfyri verður sagt »uttan stórvegis trupulleikar«, so hava føroysku ítróttarfeløgini tó gramt seg um ein einstakan trupulleika. Nevnliga at avgreiðslutíðin fyri loyvini í nógvum førum hevur verið sera drúgv. Soleiðis hevur ikki verið óvanligt, at talan hevur verið um einar tríggjar til fýra mánaða bíðitíð, og hevur hetta tí verið nakað, sum hevur sett sera stór krøv til tilrættisleggingina úti í einstøku feløgunum. Nakað sum tíðum hevur verið ein trupulleiki, tí at kalla øll feløg verða rikin á einum frívilligum grundarlag, har talan ofta verður um eina avmarkaða arbeiðsorku.
Ítrótturin skuldi hava sersømdir
Verulig ferð kom tó ikki á málið fyrr enn í fjør heyst, tá arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá tveium litaviskum leikarum hjá VB gjørdust til politimál.
Ta ferðina varð semja gjørd við danska útlendingastýrið um, at leikararnir framhaldandi fingu loyvi at verða verandi í landinum, eins og ein nýggj avtala um útlendingaøkið varð somuleiðis gjørd klár til undirskrivingar. Ein avtala, sum fyrst og fremst var ætlað ítróttarfólki, sum við nýggju avtaluni kundu koma munandi lættari ígjøgnum annars stirvnu skipanina í útlendingastýrinum.
Slíka avtalu hava danir fingið ásetta í kunngerð. Eini kunngerð, sum umframt tey ítróttarligu atlitini eisini tekur støði elitu-ítróttarfólki, soleiðis at hesi koma at hava eina munandi styttri avgreiðslutíð í skipanini.
Hevði táverandi landsstýrið sitið eina tíð afturat, so hevði nýggja avtalan helst eisini verðið undirskrivað, og so vildi útlendingamálið ikki longu verið ein trupulleiki hjá føroyskum feløgum.
Men tað, sum fyrst og fremst bremsaði nýggja landsstýrismanninum í at skriva undir nýggju avtaluna var, at hon bara tók ítróttarlig atlit. Gamaní er vinnuligu atlitini nevnd í upprunalógini, og tí er sjáldan trupulleiki at fáa arbeiðsloyvi til teir fløskuhálsar, sum ofta eru á arbeiðsmarknaðinum, men tá skulu hesi framvegis ígjøgnum vanligu skipanina, og tað vil siga eina bíðitíð upp á upp á fleiri mánaðir. Ein støða, sum í nógvum førum ikki er serliga haldbar hjá arbeiðsgevarunum, tí talan ofta kann vera um bráðfeingis tørv á servitan. Til dømis í.s.v. skipaumvælingar, har trupulleikin kanska hevur verið mest eyðsýndur.
Vent móti elituni
At ætlaða avtalan ongantíð varð undirskrivað, hevur so havt við sær, at innferðarloyvi ikki hava verið givin nýggjum leikarum. Hetta tí tað ikki longur eru vinnulig/arbeiðsmarknaðarlig atlit, sum tala fyri hesum, og at landsstýrismaðurin tí ikki hevur heimild at viðmæla hesum, um hann skal fylgja lóggávuni á økinum.
At tað í ávísum førum kortini hevur borið til, kemst av, at talan hevur verið um serlig viðurskifti. Eitt nú hevur B36 fingið brasilianska dos Santos til landið, men hesin er løntur frá danska Frem, sum síðani hevur leigað leikaran út til B36. Altso er leikarin her komin gjøgnum skipanina sum serkønur á sínum arbeiðsøki, sum er fótbóltur.
Tað, sum landsstýrið síðani hevur arbeitt við, er at gera eina nýggja avtalu við danska útlendingastýrið. Ein avtala, sum skal tryggja støðug viðurskifti á útlendingaøkinum hjá ítróttini. Líkamikið hvussu støðan á arbeiðsmarknaðinum er. Altso eitt ískoyti til tey undantøk, sum verandi lóggávan á økinum gevur til innferðarloyvi.
Trupulleikin er jú, at danska kunngerðin um yrkisítróttarfólk er ónýtilig í Føroyum. Bæði tí vit ikki hava yrkisítróttarfólk, og eisini tí »denne lov gælder ikki for Færøerne og Grønland«. Ístaðin hevur landsstýrismaðurin her lenað seg at nøkrum sum líkist hálvari professionalismu, og sum helst er ætla at raka inn á elituna í føroyskari ítrótt.
At tann avtalan so frá fleiri síðum verður mett at vera ov restriktiv, er so eitt annað mál. Men her stendur ítróttarheimurin í teirri støðu, at tey ikki hava onnur atlit enn síni egnu at taka, um tú skalt seta tingini heilt groft upp. Og tað er einki at ivast í, at landsstýrismaðurin her er undir sera hørðum trýsti frá samlaða arbeiðsmarknaðinum, sum í verandi støðu ? har arbeiðsloysi er vaksandi ? helst ikki vil hava nakra øking í arbeiðsstyrkini yvirhøvur.
Tað eru atlit, sum landsstýrismaðurin eisini er noyddur at taka, og fyri ítróttin hevur tað so havt við sær, at tað er vorðið munandi truplari at fáa innferðarloyvi til leikarar og venjarar.