Ítrótturin og trivnaðurin

Ítrótturin er eitt av mínum hjartamálum. Farnu árini havi eg, saman við mongum í Kollafirði, lagt alla orku í byggingina av ítróttarhøllini í Kollafirði

Úrslitið er sjónligt – við samanhaldi og ágrýtni – hava vit bygt stórstu og snotisligastu ítróttarhøllina í landinum.

Enn er ikki komið endiliga á mál. Hallarstuðlar hava søkt kommununa um játtan til projektering av ovaru hæddunum, sum eru ætlaðar til felagshølir og uppihaldsrúm hjá ítróttini. Hetta eru íløgur, sum hava stóaran týdning fyri samlaða projektið, og sum eg ætli at fremja, fái eg møguleika til tað.

Somuleiðis er við ítróttarhøllini á Argjum, sum argjafólkum er lovað. Tí projektinum eri eg sera positivur yvir fyri.

Tórshavn tørvar eisini eina høll, sum verður meginhøllin í kommununi. Tí eigur høllin á Nabb at verða umbygd, so vit sømuliga kunnu bjóða okkum fram í altjóða kappingum.

Ítrótturin hevur ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin í nútíðarsamfelagnum.Tí skal býráðið gera greiða íløguraðfesting fyri hetta so átrokandi økið, hondbóltinum, fimleikinum, fótbóltinum – ja, øllum ítróttinum at frama.

Alt hettar krevur pening. Tí er neyðugt at raðfesta við skili. Her skal mín lutur ikki liggja eftir.

Vel ávirkan,

vel Vagnur.