Ítrótturin er ein góður ambassadørur

ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, sum er uttanlands í hesum døgum, fegnast stórliga um avrikið hjá Páli Joensen, har svimjarin úr Vági gjørdist tann fjórðbesti svimjarin í øllum heiminum á 1.500 metrar teininum.

 

Í hugaheiminum hjá honum er eingin ivi um, at ítróttarfólk sum Pál eru framúr góðir ambassadørar hjá Føroyum, men slík avrik eiga eisini at fáa eina viðurkenning frá hægsta stigi í landinum.

 

Ì stuttari viðtalu sigur Petur Elias Petersen við sportalin: - Sum ikki einaferð, so hevur ítróttin víst at peningur, sum verður veittur til ítrótt, er væl givin út. Ferðavinnan og Landið hava møguleika at marknaðarføra seg saman við ítróttini, sum altíð eru bestu ambassadørar fyri Landið, við megnar avrikum og úrslitum. Spennandi verður at síggja hvussu leikur fer, og um ítróttin fær pengar til altjóða arbeiðið og til elituna á Løgtingsfíggjarlógunum komandi.