Rasmus A. Joensen
valevni hjá Sambandsflokkinumí Tórshavnar kommunu
Vit ásanna, at býráðið saman við áhugafeløgum hevur gjørt nógv fyri tey ungu í Tórshavnar kommunu.
Í kommununi eru fótbóltsvøllir, hondbóltshallir, svimjihyljar, skúlahallir, høli til tónleikavenjingar, høli til ungdómsarbeiði og mong onnur høli til fleiri aktivitetir.
Men tørvurin er neyvan nøktaður, tí mong eru áhugafeløgini í kommununi og kommunan mennist alla tíðina, eins og alt livandi. Krøvini, eftirspurningarnir og tørvurin broytist alla tíðina.
Kommunan, tað eru fólkini í kommununi og býráðslimirnir, eiga tí eisini í framtíðini, at hyggja at hesum økjunum og ikki minst, vit eiga at fylgja við tørvinum og kanna teir møgu-leikar, ið stinga seg upp, tá einstaklingar ella bólkar, koma við uppskotum um tiltøk.
Ítróttur og mentan menna
Mennist í ítrótti og mentan