Ítróttur

Inga Dahl
Valevni fyri Fólkaflokkin

Ítróttarfeløgini í Tórshavnar Kommunu munnu vera tey feløg, sum hava flestar limir í sínum frítíðarvirksemi. Tað trongir saman um í Gundadali, har aktiviteturin er stórur bæði summar og vetur. Í Hoyvík er nýggj ítróttarhøll bygd í hesum seinasta valskeiði, høllin verður eins nógv brúkt, sum hallirnar í Gundadali.
Tað er umráðandi at fáa ítróttarhøllina í Kollafirði liðna sum skjótast, soleiðis at kollfirðingar kunnu íðka ítrótt í heimbygdini. Um dagarnar varð fyrsta stigi tikið til at byggja eina ítróttarhøll á Argjum. Í komandi valskeiði eigur hendan høllin at verða bygd. Tá hendan høllin er liðug, eru karmarnir fyri innandura ítróttinum munandi betri í kommununi.
Svimjihøll og fimleikarhøll verður bygd saman við nýggja skúlanum í Hoyvíkshaganum. Svimjarar hava vit nógvar og góðar í landinum. Men enn eiga vit ongan hyl, sum stendur altjóða mát. Komandi svimjihøll eigur at hava ein 50 metrar langan hyl. At gera ein so mikið langan hyl er kostnaðarmkið, men tað rúmast samstundis fleiri fólk í honum, og tað eru bæði ung sum gomul sum svimja í síni frítíð. Tað er tí onki at ivast í at hetta verður vunnið inn aftur í allar mátar.
Nólsoyingar eru byrjaðir at gera ein svimjihyl í heimbygdini, hesin hylur eigur at vera gjørdur liðugur sum skjótast til gagn fyri nólsoyingar.