Útrætti armurin

Bjarni Djurholm sær stóran møguleika fyri, at Javnaðarflokkurin kann taka undir við samgonguni í spurninginum um at broyta ríkisrættarligu Føroya

Í røðu síni seinnapartin mánadagin, undir aðalorðaskiftinum um Hvítubók, rætti Bjarni Djurholm armin út móti Javnaðarflokkinum og vísti á, at væl ber til at taka lógvatak millum samgonguna og Javnaðarflokkin í ríkisrættarliga spurninginum.

Bjarni Djurholm heldur, at vert er hjá pøtunum at umhugsa, um skipanin Frælsur Felagsskapur ikki er ein skipan. ið báðir partar kunnu taka undir við. Hann vísir á, at hendan skipan gongur ytst at fullveldinum, men samstundis er talan um eina skipan innanfyri ríkisfelagsskapin.


Veruligt sjálvstýri

? Skipanin lýkur allar ásetingarnar, sum geva okkum veruligt sjálvstýri. Viðurskiftini millum Føroya og Danmark kunna verða ásett í nýggjum sáttmála, sum samansjóðar øll búskaparligu áhugamálini hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum, samstundis, sum hon gevur pørtunum møguleika at taka lógvatak í spurninginum í ríkisrættarligu viðurskiftunum.

Tískil heldur Bjarni Djurholm, at skipanin staðfestir orðingarnar í samgonguskjalinum, um at Føroyar skulu fáa evstavald. Hann heldur eisini, at karmurin um greiðar ásetingar í spurninginum um ábyrgd og myndugleika verður staðfestur í slíkum sáttmála.

Bjarni Djurholm ásannar, at skipanin í fyrstu atløgu ikki er so víðfevnd. Men vísir hann samstundis á, at munurin millum sjálvstýrisorðingarnar í samgonguskjalinum og frælsan felagsskap bert er ein spurningur um raðfylgjuna av sjálvari gongdini.


Grava seg niður

Bjarni Djurholm vísir á, at um politiski retorikkurin heldur fram sum higartil, so grava partarnir seg longur og longur niður, og fer hetta at geva tað úrslit, at løgtingið fer sundur í tveir eins stórar partar.

Hann heldur, at tað í løtuni verður gamblað við framtíð føroyinga , um tað ikki eydnast løgmanni at samansjóða partarnar, áðrenn farið verður undir samráðingar við danir um ríkisrættarligu støðuna. Tískil heldur hann tað hava ógvuliga stóran týdning at finna útav, hvar partarnir kunnu møtast. Og skýtur hann í hesum sambandi, eins og áður nevnt, upp, at Javnaðarflokkurin og andstøðan finna saman um skipanina Frælsur Felagsskapur.

Bjarni Djurholm leggur dent á, at um ætlanin er at náa breiða semju á løgtingi, mugu partarnir flyta seg. Hann vísir á, at nógv hevur verið gjørt burturúr úr hesum søguliga møguleika, sum vit í løtuni hava, fyri at broyta ríkisrættarligu støðuna. Og tískil heldur hann tað vera spell, um hesin møguleiki dettur niðurfyri, bert tí summi vilja eiga søguna einsamøll.

? Hvussu leikur fer, fer tíðin at vísa, men løgmaður eigur at stuðlast í royndini at víðka um parlamentariska grundarlagið, áðrenn samráðingarnar við danir byrja, sigur Bjarni Djurholm at enda.