Ítróttasálarfrøði á breddan í Suðuroy

Hevur føroyska ítróttin fyri neyðini at hava fokus á sálarfrøði?

Mánadagin verður skipað fyri einum evniskvøldi um ítróttasálarfrøði í skúlanum í Trongisvági, har Rigmor Napoleonsdóttir Arge verður fyrilestrarhaldari.

 

- Vit koma inná, hvat ítróttasálarfrøði merkir, og hvussu vit kunnu menna ítróttina við at hava fokus á sinnið og á onnur viðurskifti í okkum og kring okkum, ljóðar frá fyrireikarunum.

 

Rigmor Napoleonsdóttir Arge er útbúgvin sálarfrøðingur og ítróttalærari. Hon hevur innan sálarfrøðisyrkið veitt viðgerð, vegleitt og ráðgivið einstaklingum, bólkum/liðum innan breiddar- og úrvalsítrótt. Eisini hevur hon egnar royndir í ítrótti, bæði sum íðkari, venjari, avvarðandi, nevndarlimur í ítróttafelagi og sersambandi.

 

Tiltakið er alment og bjóðar ÍSF øllum vælkomnum mánadagin 1. oktober klokkan 19.