Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa um hvussu koronasmittan ávirkar ítróttarheimin. Bæði í altjóða høpi og í føroyskum ítrótti. Í blaðnum í dag er eitt yvirlit yvir allar kappingar og annað, sum er avlýst.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Tað eru samrøður við leiðandi persónarnar í Ítróttarsambandi Føroya, Elin H. Joensen, Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, og hjá Fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen.
Les eisini um tveir ungar føroyskar hondbóltsspælarar. Dánjal Ragnarsson hevur valt at skifta frá Neistainum til Skanderborg.
- Eg var niðri og vitjaði í Skanderborg í síðstu viku, og eg skuldi so venda aftur við einum svari, sigur Dánjal Ragnarsson, sum um vikuskiftið fylti 19 ár. Nú hevur hann so gjørt eina munnliga avtalu um at spæla við U19-liðnum hjá Skanderborg komandi kappingarár.
Hartil kanst tú lesa um Lív Poulsen, sum ikki verðu DM-vinnari, hóast tað lá í kortunum.
- Tað er sjálvandi sera keðiligt at tað skuldi ganga sum tað gjørdi. Vit hava vunnið allar okkara dystir, so møguleikin at vinna Danmarksmeistaraheitið aftur í ár, var stórur, sigur Lív Poulsen, sum beint áðrenn hendan steðgin náddi at vinna steypakappingina triðja árið á rað. Tá skoraði hon fimm mál í finaluni sum var funnin 30-26.
Tað er eisini ivasamt um Brann klára at hóra undan, um ongar inntøkur koma í norska fótbóltsfelagið, sum hevur Gilla Rólantsson í hópinum.