Endmálið er at geva ungdómi møguleika at samlast og røra og hugna sær saman.
Tað er ymiskt, hvussu feløgini skipa fyri kring landið. Men ætlanin er at ungdómarnir eisini skulu hava møguleika at royna ymiskar ítróttargreinir og spøl, ið ikki eru so vanlig dagliga. Dentur verður lagdur á sosiala samveru, og at tað skal verða stuttligt.
Í Vágum verður byrjað við Ítróttarguðstænastu kl 19.00 í Miðvágs Kirkju við Theodor Olsen.
Í Runavík kemur Jens Marni Hansen at spæla ? neyvan bólt ? men tónleik.
Í Havn verður byrjað kl. 20.00 á Tórsbreyt. Meðan á Eiði, Giljanesi, Kambsdali, Kollafirði, Runavík, Skála og Trongisvági verður byrja í ítróttarhallunum kl. 20.00.
Á øllum plássum varðar tiltakið til klokkan 2 sunnunáttina.
Heitt verður á øll um at havi innanduraskógvar við. Tiltakið er ókeyps.