Politiska støðan í Ukraina og serstakliga rættarmálini ímóti fyrrverandi forsætisráðharranum Julia Timosjenko elva framvegis til trupulleikar í sambandi við EM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Póllandi og Ukraina í summar.
Nú hevur ítróttarkommiserurin hjá ES, Androulla Vassiliou (myndin), boðað frá, at hon fer ikki til Ukraina í sambandi við kappingina. Í einari fráboðan í gjárkvøldið segði hon, at hon heldur tað ikki vera hóskandi at fara til Ukraina, soleiðis sum tey politisku viðurskiftini har eru. Hon legði afturat, at fleiri aðrir kommiserar í ES-nevndini hava somu áskoðan sum hon.
Formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, hevur boðað frá, at hann fer ikki til Ukraina í sambandi við EM. Tað sama hevur týski kanslarin, Angela Merkel, sagt. Í Póllandi, sum skipar fyri EM-endaspælinum saman við Ukraina, eru tey heldur ikki nøgd við støðuna í Ukraina. Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, ávaraði í gjár um, at viðurskiftini í Ukraina kunnu fáa óhepnar avleiðingar fyri umdømið hjá landinum.