Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Heimasíða: www.jogvanarge.com
Tórshavnar Kommuna tykist eisini hava sannað, at veruleikin er farin frá stevnuni at savna allan ítróttin í Gundadali. Tí hevur hon játtað at byggja ítróttarhøll í Kollafirði og venjingarhøll í Hoyvík.
Hondbóltsbygdunum Kollafirði og Hoyvík eru hesar hallir væl untar, og tær fara eisini at skapa gróðrarlíkindi fyri øðrum ítróttagreinum sum flogbólti, badminton og fimleiki eins og ymsari kropsvenjing hjá teimum, sum ikki luttaka í kapping.
Við at byggja uttanfyri Gundadal hevur kommunan knæsett eina nýggja grundreglu um, at møguleikar skula vera at íðka innanduraítrótt í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Men nú fer at knípa við javnvágini, og allir borgarar hava ikkin somu sømdir.
Í sjálvari Havnini verða teir vestaru býlingarnir fyri vanbýti. Onkuntíð fyrr hevur verið frammi at gera ítróttarøki í Vesturbýnum, men ongantíð komst so langt.
Nú er spurningurin helst búgvin til at taka framaftur. Við Argjum fekk tann vestari parturin av kommununi ein fótbóltsvøll. Her er við øðrum orðum ein byrjan til eitt ítróttarøki vestanfyri, sum kann gerast meiri fjølbroytt.
Ítróttaráhugað í Vesturbýnum og á Argjum noyðast alla leiðina í Gundadal, tá tey skula í ítróttarhøll. Ein máti at bøta um hetta ósamsvar er, tá ráðini verða, at gera ein høll vestanfyri, kanska í sambandi við fótbóltsvøllin á Argjum.
Eini slíkari høll kundi skúlin á Argjum og aðrir skúlar í nánd fingið góða nyttu av, og við henni nýtist argjabørnum ikki longur at fara ta drúgvu leiðina í Gundadal. Stytt verður um hjá mongum í Vesturbýnum og Norðasta Horni, og trýstið verður minni á Gundadal.
Og fram um alt fáa fleiri borgarar møguleikar at røra seg og røkja kropp og sál undir taki.