Ítróttarhøllin á Sandi tikin í nýtslu

So upprann løtan, har snotiliga høllin við Meginskúlan á Sandi, sum er bygd til Sandoyar Skúlasamband, kundi takast í nýslu.

Sannur gleðisrómur var á øllum, sum vitjaðu høllina í dag - og skráin mundi ongan enda tikið og vardi í heilar seks tímar, frá kl 12 - 18.

Klokkan 12 lat høllin upp fyri almenninginum, Havnar Hornorkestur spældi, meðan ítróttarfólk marsjeraðu inn í høllina og sungu "Førum fram yvir dalar og fjøll".

klokkan 12.30 handaði Bjørn Kalsoy, landsstýrismaður í Mentamálum høllina til Gerhard Lognberg, sum er formaður Sandoyar Skúlasambandi - eisini hildu umboð fyri byggiharrar, byggifeløg og kommunurnar í oynni røður.

Boðið varð til smyrjibreyð, og børnini tóku eisini móti høllin við at spæla Kidwolley. Eitt harmonikulið við eitt nú Jóannes í Dali og Gerhard Lognberg sum lyklaspælarum spældi nakrar tónar á pallinum, gjørdur var til endamálið.

Jákup Veyhe, sum hevur ættarbond av Sandi og hevur búð nógv har, undirhelt og skemtaði á sín kenda og hjartaliga hátt.

Fótbóltsdystur var millum LV og politikarar í oynni og eitt mannskór úr oynni sang eisini - Jú, skráin mundi ongan enda tikið. Men fólk hugnaðu sær óført og vóru ikki sørt errin av hesi frálíku høll, tey kunnu nýta til so mangt, ikki bert ítrótt. Eisini vóru nógv Norðanfjørðsfólk við til hátíðarhaldið og at gleðast saman við Sandoyingunum.

Høllin, sum Selmar Nielsen, arkitektur hevur teknað kosar 30 mill, ið landið ber. Ein stórur og rúmligur síðubygningur í tveimum hæddum er bygdur afturat høllini til umklæðingarrúm, brúsur og wc. Eisini eru í hesum parti fleiri góð bólka- og fundarhøli og ein góður køkur upp at einum størri høli eisini.

Jú, ikki kann sigast annað, enn, at sandoyingar kunnu vera errnir og fegnir um hesa snotiligu høllina, sum uttan iva kemur at gagna teimum væl.