SANDUR
Tað fer eftir øllum at døma ikki at ganga so long tíð, til sandoyingar hava eina ítróttarhøll á Sandi.
Jørð-og lendisarbeiðið er boðið út, og á seinasta fundi í bygginevndini varð sett út í kortið, at tilboð upp á liðugtgerð ætlandi skulu verða Landsverki í hendi í seinasta lagi hin 1. desember í ár.
Soleiðis er eisini væntandi, at ítróttarhøllin á Sandi kann standa liðug einaferð í komandi ári, um alt gongur væl.
27 miljónir krónur
Gerhard Lognberg, sum er ein av limunum í bygginevndini, sigur, at nóg mikið av peningi er sett av á fíggjarlóg løgtingsins til at gera lendið, har ítróttarhøllin skal byggjast, byggibúgvið.
- Tað er landskassin, sum byggir ítróttarhøllina Inni á Dal, og tað er soleiðis Landsverk, sum er byggiharri. Brúkast kunnu í mesta lagi 27 miljónir krónur til hesa verkætlan, men nú tíðirnar eru fíggjarliga trengri, enn tær hava verið í nógv ár, er ikki vist, at verkætlanin ikki kann fremjast nakað bíligari.
Tey, sum sita í bygginevndini aftanfyri ítróttarhøllina á Sandi, eru eitt nú tvey umboð fyri Sandoyar Skúlasamband, sum umboðar kommunurnar í oynni, skúlastjórin við Sandoyar Meginskúla, eitt umboð fyri B71, umboð fyri Mentamálaráðið og umboð fyri Landsverk.
Fegin og spent
Bygginevndin hevur í tíðarskeiðnum, hon hevur sitið, verið ein rundtúr kring oyggjarnar og hevur hugt at ymiskum ítróttarhallum.
- Vit í Sandoynni eru sjálvandi ógvuliga fegin um, at henda verkætlan er við at mynda seg, og vit eru sera spent eftir at fáa hesa høll upp at standa, sigur Gerhard Lognberg, sum er annað umboðið av tveimum umboðandi Sandoyar Skúlasamband í bygginevndini fyri verkætlanina.