Bygging
Íløguloftið hjá Eiðis Kommunu er 2,5 milliónur krónur. Hetta sigur so mikið sum tað, at kommunan hevur seinastu tvey árini sprongt íløguloftið við yvir 10 milliónum krónum. Á Kommunala Eftirlitinum eru tey varug við trupulleikan, men onki verið gjørt við hann fyribils.
? Grundin til, at vit ikki hava megnað at hildið okkum innafyri íløgukarmin er, at skúlans partur skuldi verða liðugur aftaná summarfrítíðina í ár, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði.
Høllin var mett at koma at kosta nærum 9 milliónir krónur. Í dag eru brúktar góðar 15 milliónir krónur, og verða umleið fýra milliónir krónur brúktar afturat. Tað ger, at tá høllin er liðug, hevur hon kostað meira enn 100% afturat upprunakostnaðarmetingini.
? Um vit høvdu skulað hildið karmin, so hevði høllin tikið eini 10 ár at byggja. Kostnaðarmetingin, sum varð framd av einum av bygdaráðslimunum, hevur verið alt ov vánalig. Ov lítið forarbeiðið hevur verið gjørt. Ein kann næstan siga, at talið, sum varð lagt fram var eitt fiktivt tal, sigur Tordur Niclasen.
Ikki afturvaldur
Hans Jákup í Kollsbyrgi var fyrrverandi bygdaráðsformaður á Eiði. Hann var sum tann einasti ímóti byggingini av høllini á Eiði, og varð hann ikki afturvaldur til kommunuvalið í 2000.
? Eg var ikki ímóti sjálvari høllini, men eg helt tað vera skilabetri at byggja høllina á til dømis Oyrabakka saman við hinum kommununum í Norðurstreymoy og Norðureysturoy, so vit øll kundu brúka høllina í felag, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi.
Tá nýggja skúlalógin kom í gildi, varð staðfest, at skúlin á Eiði nøktaði ikki plássið, sum var kravt. Tí skuldi byggjast uppí skúlan. Fyrsta uppskotið til at byggja uppí skúlan varð ikki góðkent av landsarkitektinum ella Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Tí samráddist Hans Jákup við ein nýklaktan byggifrøðing, og fekk hana at gera eitt uppskot til uppíbygging av skúlanum. Hetta uppskotið varð góðkent, men stutt eftir legði ein av bygdaráðslimunum uppskot fram um at byggja ítróttar- og skúlahøll ? alt í senn.
Kostnaðarmetingin av uppíbygging til skúlan lá um 8 milliónir krónur og upprunametingin til ítróttarhøllina og skúlahøllina var 16. desember 1999 8,95 milliónir krónur. Á borgarafundi á Eiði segði Hans Jákup, sum sjálvur er byggifrøðingur, at henda verkætlan fór at kosta í minsta lagi 13 milliónir.
Uppskotið til bygging av ítróttar- og skúlahøll varð tó samtykt við eini kostnaðarmeting, sum nú hevur víst seg at vera langt við síðuna av veruliga kostnaðinum.
? Á Eiði búgva 700 fólk, og tí haldi eg ikki, at grundarlag er fyri at byggja slíka høll bert til eiðisfólk, greiðir Hans Jákup frá.
? Tað er ikki nøkur eingangsútreiðsla at byggja eina høll. Høllin skal eisini rekast, og tað er mest um vikuskiftini, at høllin verður nýtt og noyðast tí minst tvey fólk at arbeiða í hesum sambandi, tí ongin tímur at arbeiða hvørt vikuskifti.
Lata standa til
Á Kommunala Eftirlitinum eru tey varug við trupulleikan, men fyribils verður onki gjørt við at loysa hann.
? Vit hava fyri stuttum verið í samráðingum við kommunufeløgini um íløgukarmin fyri komandi ár, sigur Hilmar Høgenni á Kommunala Eftirlitinum.
? At Eiðis Kommuna hevur trupulleikar við íløgukarminum, er okkum væl greitt, men vit fáa ikki avgreitt hetta, fyrr enn ein avtala um íløgukarmin fyri komandi ár er gjørd. Tað er ikki fyrr enn íløgukarmurin fyri komandi ár er settur, at tosað verður um, hvat skal gerast við kommunur, sum hava sprongt íløgukarmin, og hvussu verður við teimum, sum ikki hava brúkt alt.
Ov lítið fyrireikingararbeiði
Høllin á Eiði verður fíggjað yvir raksturin. Inntøkugrundarlagið er stak gott í løtuni og skattagrundarlagið nógv hægri enn væntað varð. Tordur Niclasen sigur, at Eiðis Kommuna er ein kommuna í blóma, og tí skulu fortreytir fyri at fáa fólk at trívast eisini vera har. Harundir kemur millum annað skúli, ítróttarhøll, dagrøkt, eldrasambýli og annað.
Men at upprunametingin av høllini skuldi verða so langt við síðuna av, hevði helst fáur droymt um.
? Ov lítið fyrireikingararbeiði hevur verið gjørt innan farið varð undir at byggja, greiðir Tordur frá.
? Høllin er vorðin nógv dýrari enn væntað varð, men vit hava fingið nógv fyri pengarnar. Handverkaarbeiðið er eitt dygdararbeiði, sum er ógvuliga væl úr hondum greitt.
Hans Jákup í Kollsbyrgi, fyrrverandi bygdaráðsformaður, heldur sjálvur, at um teir heldur vóru farnir undir at byggja høll í samráð við hinar kommunurnar í Norðurstreymoy og Norðureysturoy, so hevði Eiðis Kommuna heldur kunnað miðað ímóti at bygt ein barnagarð. Hesin barnagarður kundi allarhelst staðið nærum, um ikki heilt liðugt bygdur í dag.
Bæði Tordur Niclasen og Hans Jákup í Kollsbyrgi halda, at tað at árið var eitt valár kann hava havt okkurt at siga í hesum sambandi.