Í dag leika fólk innandurða ítrótt til tey eru 70 ár. Hettar setur krøv til kommununa at útvega fleiri hallir, tí sum er, er tað næstan ómøguligt at fáa innivist í verandi hallum.
Hondbóltsfeløgini sleingjast runt allan býðin fyri at finna venjingartímar. Eg veit enntá, at nøkur av teimum ungu liðunum mugu venja klokkan 6 og 7 á morgni fyri yvirhøður at fáa tímar. Slík er ikki haldbart í longdini.
Nýggja hondboltsfelagið á Argjum - ÍA - hevur ongan heimavøll, og má tí trýsta á aðrar hallir í kommununi, sum longu frammanundan ikki hava nokk av tímum. Heldur ikki slíkt er haldbart í longdini.
H71 er blivið eitt so stórt felag, at tey kunnu ikki lata nakrar tímar frá sær í Hoyvíkshøllini. Neistin og Kyndil hava hallirnar í Gundadali, og har er skilið tað sama, tey feløgini mangla, eins og H 71, eisini tímar.
Kommunan hevur ikki sett pening av komandi ár til at útvega nakra nýggja høll, hesum kunnu tit broyta, við at seta x við lista A.










