Hvat skulu Hoydalar brúkast til, tá ið studentaskúlin er fluttur út í Glasir í Marknagili eina ferð næsta ár?
Tað er ein spurningur, bæði landsstýriskvinnan í mentamálum, løgtingslimir, og býráðslimir í Havn eru farnir at seta sær sjálvum - og hvørjum øðrum. Í hesum sambandi hevur Heðin Mortensen spurt landsstýriskvinnuna um nøkur ætlan er fyri, hvat Hoydalar skulu brúkast til, tá ið skúlin er fluttur.
Tað er tað ikki, men sjálv heldur landsstýriskvinnan, at tað besta mannagongdin er at skipa fyri eini hugskotskapping um, hvar økið skal brúkast til.
Les eisini: Stúrir fyri framtíðini hjá Náttúruperlu í Hoydølum
Og tvey løgtingsfólk, sum hava eina meining um tað, eru Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin,
Kristianna Winther Poulsen heldur, at eitt gott hugskot hevði verið at gjørt Hoydalar til ein listaskúla.
- Tað er onki pláss í landinum, sum ber betri hóskandi til endamálið, sigur hon.
Sostatt kunnu Hoydalar gerast ein listadepil við listasavni og undirvísing í list fyri bæði føroyingum og útlendingum.
Les eisini: Hoydalar skal verða ein perla til yngri og eldri
Hon staðfestir eisini, at økið er serstakt, og hon mælir í øllum førum til at gera tað til eitt trivnaðarøki av onkrum slagi. Tað er tørvur á at fáa fleiri uttandura trivnaðarøki í Havnini, har fólk í øllum aldri kunnu savnast, bæði eldri fólk, ung, børn, og familjur við børnum, heldur hon.
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at Hoydalar høvdu ligið serstakliga væl fyri til ein ítróttardepil. Hann minnist, at einaferð var ætlanin at gera fótbóltsvøll í Hoydølum, tí har er serstakliga veðurgott.
Les eisini: Vil hava kapping um Hoydalar
Men hann heldur, at tað átti at borið til at gjørt Hoydalar til eina rørslulund og í hesum sambandi heldur hann at ein ítróttarstovnur átti at verðið knýttur uppí.
Tað hevur stóran týdning at geva ítróttinum betri sømdir heldur Kaj Leo Holm Johannesen. Og tað, hann kundi hugsað sær, var, at gjørt Hoydalar til ein ítróttardepil, ein kraftdepil, við ítróttarháskúla, ítróttarstovni og granskingarsetri fyri ítrótt, vælverudepli og hotelli.
Les eisini: Mugu fara til verka beinanvegin
Serliga nú, vit hava fingið granskarar á ítróttarøkinum, kundi Hoydalar verðið staðið, har støðið varð lagt undir at lyft okkara ítrótt upp á eitt hægri stig, samstundis sum at dentur eisini verður lagdur á tann sosial partin, heldur hann.