Føroyar-Hitra 3-0 (25-13, 25-12, 25-21):
Á vøllinum var eingin ivi. Føroysku kvinnurnar høvdu helst vunnið á Hitra, hóast tær allar høvdu annan armin bundnan á ryggin.
Men hóast bæði spælarar og áskoðarar hjá lítlu norsku oynni vistu av hesum, so vildu tey í øllum førum geva tí ein kjans.
Á vøllinum stríddust Hitra-kvinnurnar manniliga. Tær stuðlaðu støðugt hvørjari aðrari, og gleðin um hvønn vunnan bólt var støðugt stór. Ikki minst í triðja settinum, tá føroyska spælið gjørdist nakað linligt. Tað líktist nærum einum spennandi setti, men at enda settu okkara trumf á, og so var tann parturin av.
Men á áskoðaraplássunum leikaði hart á. Har hevur Anna Nolsøe fleiri oyggjaleikir á rað verið frontfigurur hjá føroyska heppikórinum, og tann leiklutin hevði hon sjálvandi eisini hesaferð.
Men hon og føroyingar annars fingu tó kapping frá Hitra-búgvunum. Við fimm liðformonnum, sum tilsamans ímyndaðu teir fimm stavirnar í navninum á oynni, byrjaðu teir skjótt at seta dám á við »gev mær H…« Og tá onnur av norsku fólkunum í høllini eisini tóku undir við slagorðum og –sangum, rungaði tað so lystiliga í høllini.
Og eins og føroysku áskoðararnir altíð fáa tað eftir ein sigur, so fingu norsku áskoðararnir eisini eina rullandi heilsan frá sínum liði. Tær taptu kanska dystin, men saman við áskoðarunum vunnu tær helst vinarlag og sympati.










