Ítróttaráhugin ger mun

At ein miðvingur, sum er búsitandi í Bø, fær flestar persónligar atkvøðu til kommunuval í Sørvági, man koma av, at hann er áhugaður í ítróttinum í bygdini, heldur toppskorarin á kommunuvalinum, Jógvan Páll Joensen. Tað telur ivaleyst eisini við, at hann alment hevur sagt seg at vera fyri kommunusamanlegging, metir hann

?Hetta kom rættiliga óvæntað, og eg havi ikki rættiliga fingið hugsað um hetta enn. Men tað kennist væl, sigur Jógvan Páll Joensen í Bø, sum fekk flestar persónligar atkvøður á kommunuvalinum í Sørvágs Kommunu týsdagin.
Tað hevur ivaleyst talt við, tá sørvingar hava sett kross á kommunuvalinum týsdagin, at fyrrverandi borgarstjórin í Bø hevur víst áhuga fyri ítróttinum í Sørvági. Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu, hevði flestar persónligar atkvøður, tá talt varð upp í Sørvági týskvøldið. 100 vóru tær í tali.
?Tað er ivaleyst eisini annað, sum fólk hava havt í huganum, tá tey hava valt meg, sigur Jógvan Páll Joensen. Hann sipar til royndirna sum borgarstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu, sum nú verður løgd saman við Sørvágs Kommunu.
Hóast talan var um eina lítla kommunu, er tó ymiskt, sum kann brúkast aftur í eisni størri kommunu, sigur hann.
Og ikki minst tað, at hann hevur gingið inn fyri samanlegging, metir hann hava havt sína ávirkan eisini.
?Fólk síggja tað positiva í eini samanlegging, og tey hava tí helst valt ein persón, sum ikki dylur fyri, at hann er fyri framhaldandi at arbeiða við smanlegging, er hansara meting.
Hann heldur, at nú vestari partur av oynni saman við Mykinesi er vorðin ein kommuna, er tíð at fara at tosa um at leggja alla oynna saman í eina stóra kommunu.
?Men hetta er ein tilgongd, ið krevur nogva tíð. Og farast má spakuliga og skilagott avstað í so stórum máli, sigur Jógvan Páll Joensen, bygdarráðslimur í Sørvágs Kommunu.
Hann er greiður yvir, at tað er ikki bara í Sørvági, hann hevur fingið allar hesar mongu atkvøðurnar. Í Bø fekk hann nógvar. Hann var einasta valevnið úr Bø yvirhøvur. Eisini í Gásadali og Mykinesi var onkur atkvøða í hansara part. Men reiðiliga nógvar eru komnar í Sørvági eisini. Meira enn helvtin heldur hann seg vita.
Hóast Jógvan Páll Joensen fekk flestar persónliga atkvøður, er hann ikki fyrst valdi bygdarráðslimurin kortini. Ein annars listi enn tann, Jógvan Páll varð valdur á, fekk fleiri atkvøður, og tí áliggur tí, sum fekk flestar atkvøður á tí listanum, at kalla nýggja bygdarráðið saman.
Jógvan Páll Joensen sigur tó, at hann ikki frammanundan fer at siga nei takk til ein borgarstjórasess í Sørvági. Tað skilst á honum, at fær hann tilboðið, er hann sinnaður at taka av.
Av politiskum málum, hann ætla sær at arbeiða við, er umframt størri samtarv millum kommunurnar í oynni, eisini útbygging av havnarlagnum í Sørvági, og ikki minst av ídnaðarøkinum við flogvøllin.
?Kunnu vit so onkursvegna fáa ávirkað eina útbygging av sjálvum flogvøllinum, hevði tð verið gott sigur Jógvan Páll Joensen.