Heðin Mortensen, sum nú er fyrrverandi ítróttarforseti í Føroyum, fanst í seinastu formansfrágreiðing sínari at vantandi politiska viljanum at stuðla ítróttinum fíggjarliga.
Um tað eru hesi orðini, sum hava gjørt mun, ella um onnur viðurskifti gera seg galdandi, skalt vera ósagt, men í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú veruðr viðgjørt, eru fleiri batar í so máta.
Soleiðis verður játtanin til ÍSF økt við 200.000 kr., umframt at felagsskapurin fær 450.000 kr. eyka, ið verða fluttar frá játtanini til Fótbóltssambandið.
ÍSB fær 100.000 kr., nú Føroyar skulu standa fyri norðurlendska sekretariatinum. Og loksins verður eisini 1 millión játtað sum stuðul til ítróttarhøll á Sandi og til nýggju badmintonhøllina í Klaksvík.









