Ítróttaháskúlin opið hús

Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur opið hús fyri øllum áhugaðum leygardagin 10. juni.

Leygardagin 10. juni 2017 hevur Ítróttaháskúlin í Suðuroy opið hús. Tá verður høvið hjá fólki at leggja leiðina framvið, síggja umhvørvi og hvørjir møguleikar, eru á Ítróttaháskúlanum.

 

 

Opið hús verður í Stóra Pakkhúsi í Vági, har leiðsla, starvsfólk og næmingar á Ítróttaháskúlanum taka ímóti.

 

Tiltakið er frá kl. 9 til kl. 16 leygardagin 10. juni – og merkir hetta eisini, at tað ber sera væl til at koma suður og fara norður aftur leygardagin, tí tiltakið er lagt soleiðis, at fólk kunnu koma suður við Smyrli, sum fer av Havnini kl. 7.00, og norður aftur við Smyrli leygarkvøldið kl. 18.30.